Hús reist Norði í Heiðum

vinna11-02-2019 - 14:11 - Jóanis Nielsen
Fyrstu húsini í nýggju útstykkingini við Olivarsveg og Dagmarsgøtu í Miðvági verða reist í dag, tað eru Hanna Kristina og Olivar Krossgil, sum eiga húsini, sum eru frá Norðsetur.

Fólk frá Norðsetur komu tíðliga í morgun til Miðvágs, og fóru beinanvegin í gongd við at seta upp, vit tóku tær seinastu myndirnar kl. 13.45, so skjótt hevur gingið.

Frá kommunuskrivstovuni verður sagt, at 18 stykkir eru í útstykkingini við Olivarsveg og Dagmarsgøtu og av teimum er 11 seld.