Hunddálkaður av almennum myndugleikum

top22-10-2017 - 14:07 - Jóanis Albert Nielsen

 Ætlaði ikki at fara í kríggj í miðlunum, men tá myndugleikarnir – Sjóvinnustýrið, Arbeiðs- og Brunaeftirlitið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið – eru farin at málsviðgera alment, so verði eg noyddur at gera tað sama.

Tað er heldur eingin annar møguleiki, tá tað snýr seg um Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, tí stjórin har samskiftir bara í miðlunum. Hann tekur ikki telefonina, tá vit ringja, og hann ringir heldur ikki aftur, sjálvt um tað verður lovað. Men hann svarar fegin miðlunum og úttalar seg uttan drál til teirra.

Men mørk eru fyri, hvat ein lítil familjufyritøka kann finna seg í av beinleiðis ágangi frá almennum myndugleikum.

Skal fyri ein ordans skyld upplýsa, at Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, í telduposti er kunnaður um tey viðurskifti, sum her verða umrødd.

Almenn hunddálkan
Bygningurin hjá Sp/f Jim S á Hálsi í Sørvági, sum Sjóvinnustýrið hevur leigað síðani í mai í fjør, hevur seinastu dagarnar verið so hunddálkaður í miðlunum av omanfyri nevndu myndugleikum, uttan at vit yvirhøvur eru komin til orðanna, at tað er ilt at ímynda sær, at tað fer at bera til at leiga hann út aftur til marknaðarprís.

Hetta, sjálvt um onki er galið við bygninginum, og vit alla tíðina kortini hava verið til reiðar at fremja tær broytingar og installatiónir, sum leigarin hevur biðið um. Bygningurin er nýggjur, 9 ára gamal, og ongin av fyrrverandi leigarunum hevur nakrantíð grett orð um allar teir trupulleikar, sum Sjóvinnustýrið,við teirra trygdarumboði á odda, nú knappliga sigur vera har.

Alt er galið, men hóast vit gera tað, leigarin biður um, so er framvegis alt galið.

Vilja til Havnar
Tað tykist púra greitt, at Sjóvinnustýrið við sínum áhaldandi ákoyringum bara vil tvinga stovnin til Havnar at vera. Tí verður alt gjørt fyri at seta verandi bygning í so ringt ljós sum gjørligt.

Vit kundu skriva bøkur um løgnu og óvirðiligu viðferðina, vit hava fingið í hesum máli. Ein reyður tráður í øllum er, at hvørja ferð leigarin hevur knarrað um okkurt, og vit so boða frá, at hond verður tikin um tað, so setur leigarin tiltøk í verk fyri at staðfesta, at bygningurin er óegnaður. Tað er, sum um Sjóvinnustýrið og onkur starvsfólk har eru bangin fyri, at bygningurin knappliga skal verða egnaður til teirra virksemi. Tí um hann er tað, minkar tørvurin hjá teimum at fáa ein nýggjan bygning.

Svarið kom í miðlunum
Seinasta dømi er fyri fáum døgum síðan, tá vit sendu leigaranum, eftir áheitan frá stjóranum, uppskot um ein 24 mánaða leigusáttmála, har vit samstundis átaka okkum at installera eina ventilatiónsskipan fyri at betra luftskiftið og at gera broytingar við innveggjum fyri at betra um ljóðbjálvingina. Í tí sambandi vilja vit hava váttan frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum fyri, at bygningurin eftir hesa íløgu fær jaligt ummæli og váttan fyri, bygningurin tá verður mettur at vera egnaður sum fast arbeiðspláss fyri í minsta lagi 20-25 starvsfólkum.

Aftursvarið, vit fingu, var ein grein í fjølmiðlunum, bygd á samrøður við Leiv Persson, stjóra í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, Hans Johannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum, og Súna Selfoss, formann í Starvsmannafelagnum, har tað verður staðfest, at umstøðurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru út av lagi vánaligar,bæði viðvíkjandi inniluft, ljóðviðurskiftum og ljósviðurskiftum. 

Onki av uppáhaldunum hevur nakað við veruleikan at gera, og í greinini verður onki nevnt um allar tær betringar, sum longu eru gjørdar í bygninginum, og onki verður nevnt um tær betringar, sum vit hava bjóðað okkum at gera.

Óbrúkilig kanning
Eitt annað dømi er, tá vit í juli boðaðu leigaranum frá, at fýra nýggj vindeygu vóru á veg, sum skuldu setast í á niðaru hædd fyri at betra um luftskiftið. 

Sjey dagar seinni, í sjálvari ólavsøkuvikuni, bleiv ein hitakanning sett í verk av Sjóvinnustýrinum, sum skuldi vísa hita og fuktinnihald í inniluftini. Borið varð so í bandi, at støða skuldi takast til hetta kanningarúrslitið, áðrenn nýggju vindeyguni vórðu ísett. Vit frættu enntá frá fólki, sum arbeiðir í bygninginum, at starvsfólk, teir heitastu summardagarnar, meðan kanningin gekk fyri seg, ikki fingu loyvi at lata vindeygu og hurðar upp fyri at svala og lufta út, tí so var vandi fyri at “oyðileggja” úrslitið.

Kanningarúrslitið kann og kundi sjálvsagt ikki brúkast til nakað, tí tað lýsti jú støðuna, beint áðrenn átøk at betra inniklimaði blivu sett í verk.

Einasta endamál, vit duga at síggja við hesi kanningini er, at Sjóvinnustýrið vildi syrgja fyri, at fáa eitt kanningarúrslit, sum passaði inn í teirra pástand um alneyðugan tørv á nýggjum bygningi.

Ljósviðurskifti
Bygningurin hevur havt led-spottar sum ljóskeldu. Eingin av fyrrverandi leigarum hava nakarantíð kært seg um hesi. Men tað gjørdi Sjóvinnustýrið sjálvandi.

Trygdarumboðið sendi okkum kæru um, at ljósið var ov veikt, og vit settu so ljósrør upp í staðin. Hesi hava vit ikki fingið kæru um, men vit hava lagt til merkis, at trygdarumboðið sjálvt hevur tikið ljósrørini niður aftur yvir sínum skrivaraborði – helst fyri at minka aftur um ljósið!

Ljóðviðurskifti
Bygningurin, sum Sjóvinnustýrið leigar, er bara 9 ára gamal ogbygdur eftir øllum forskriftum. Hann var upprunaliga innrættaður við stórum hølum – tvey umleið 65 fermetrar stór skrivstovuhøli í neðra og eitt umleið 130 fermetrar stórt høli í erva. Fyri nøkrumárum síðan var skilaveggur gjørdur upp ímóti loftinum í erva fyri at býta hetta stóra hølið í tvey, soleiðis at tveir leigarir kundu vera á ovaru hædd. Ikki hevur útleigari fingið eina einastu klagu um vánalig ljóðviðurskiftir áður. Men Sjóvinnustýrið heldur nú upp á, at hvørt orð hoyrist ímillum veggirnar.

Vit hava síðani sagt Sjóvinnustýrinum, at trupulleikin, sum nú verður sagdur at vera, kann loysast við, at innveggirnar í erva verða hækkaðir upp um niðurhongdu loftini  – ein góð loysn, sum tó ongi atlit verða tikin fyri, nú bygningurin enn einaferð verður skýrdur at vera óbrúkiligur.

Inniluft og luftskifti
Viðvíkjandi inniluftini, so eru fýra av vindeygunum í neðra skift út við onnur, sum kunnu latast upp, og útsúgving er installerað í øll rúm, sum krav hevur verði sett um.

Fyri 10 mánaðum síðani fingu vit tilboð frá veitara um uppsetan av ventilatiónsskipan. Hetta er ein kostnaðarmikil íløga. Tí vildu vit fyrst treyta okkum, at Sjóvinnustýrið annaðhvørt gekk við til at leigukostnaðurin bleiv settur upp, ella at núverandi seks mánaðar leigusáttmálin bleiv avloystur av einum langtíðar leigusáttmála upp á í minsta lagi tvey ár.

Sjóvinnustýrið hevur vrakað báðar loysnirnar, sjálvt um Uttanríkis- og Vinnumálaráðið greitt hevur staðfest, at nýggja høvuðssætið, sum er í umbúna at byggja til Sjóvinnustýrið, í fyrsta lagið verður tøkt um tvey ár.

Tá Sjóvinnustýrið ikki vildi vita av nøkrum av okkara tilboðum, bleiv ventilatiónsskipanin ongantíð bíløgd. Men tilboðið stendur við, og tí sendu vit 12. oktober, eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum, aftur uppskot um longri leigusáttmála:

Uppskot frá útleigara pr 12/10-2017 um 24 mnð. leigusáttmála, er fylgjandi:

• 24 mnð. leigusáttmáli, har útleigari átekur sær allan kostnað av íløgu til ventilatiónsskipan.

 

• Leigari átekur sær at gjalda ein part av íløguni, meðan útleigari undirskrivar ein afturgjaldssáttmála, sum áleggur honum at keypa partin av íløguni aftur frá leigara við uppathald av leigu, tó í fyrsta lagi aftaná 24 mnð.

 

• Sjóvinnustýrið og trygdarumboð tess, átekur sær at fáa váttan frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, at bygningurin hjá Jim S Sp/f, á Hálsi 1 í Sørvági, við hesi íløgu, fær jaligt ummæli sum fast  arbeiðspláss, sambært ásetingunum í kunngerð nr. 8 frá 13. februar 2002 “Kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum” eftir Løgtingslóg nr 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, og váttan fyri, at bygningurin er egnaður sum fast arbeiðspláss fyri í minsta lagi 20-25 skrivstovufólkum smb. kap. 11 um inniluft í ABR-Vegleiðing V-A001-1 um innrætting av føstum arbeiðsplássum frá jan. 2003, innan 1. februar 2018.

 

Við hesi íløgu og teimum íløgum, sum longu eru gjørdar, síðan Sjóvinnustýrið flutti inn í bygningin í mai 2016, hevur útleigari gjørt og bjóða seg til at gera íløgur, til frama fyri Sjóvinnustýrið, fyri góðar 800.000 krónur.

Hetta eru íløgur, sum vit sjálvi meta hava verið fullkomuliga óneyðugar, men sum eru gjørdar eftir ynski/kravi frá Sjóvinnustýrinum.

Eitt høli, ið Sjóvinnustýrið nevnir “fundarrúm” er fylt við flytikassum við skjølum, sum av røttum hoyra heima á Landsskjalasavninum. Henda pappírsrúgvan bøtir í øllum førum ikki um inniluftina, og uttanífrá sær tað út sum, at man bara bíðar eftir at flyta út aftur – og tað er helst eisini meiningin.

Rúmið við síðuna av er annars innrættað til arkiv, men har tíma,ella vilja, tey ikki seta gomlu skjølini inn.

Stjóri goymir seg 
Evsti myndugleiki at taka avgerðir um arbeiðsumhvørvi á arbeiðsplássum er Arbeiðs- og Brunaeftirlitið. 

Og avgerðir hava tey sanniliga tikið. 29. mars var niðurstøðan hjá teimum, at bygningurin var egnaður at hýsa starvsfólki, men at onkrar ábøtur skuldu gerast. Fleiri av hesum ábótum eru longu gjørdar, og tað er púra greitt fyri bæði leigaran og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, at hinar verða gjørdar, um vit bara fáa vissu fyri, at bygningurin síðani verður blástemplaður, so leigumálið kann halda áfram.

Men nú hevur Arbeiðs- og Brunaeftirlitið gjørt av, at bygningurin er óegnaður sum arbeiðspláss og gav 28. september Sjóvinnustýrinum – tað vil í hesum førinum siga okkum – ein mánaða freist at fáa viðurskiftini í rættlag.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur ikki samskift beinleiðis við okkum, men síðani stjórin Leivur Persson 28. september sendi sína lemjandi niðurstøðu til Sjóvinnustýrið, og nú eisini alment hevur kolldømt bygningin í miðlunum og harvið gjørt eitt álvarsamt inntriv í okkara vinnugrundarlaghava vit seinastu dagarnar roynt at fingið orð á hann fyri í minsta lagi at fáa eina frágreiðing upp á hansara úttalilsir.

Fyrstu ferð, vit ringdu, var 10. oktober. Tá var hann farin í heystferiu. Skrivstovukvinnan lovaði at leggja boð til hansara um at ringja til mín mánadagin 16. oktobertá hann skuldi verið komin aftur eftir heystferiuna, men ongin ringdi.

Týsdagin 17. oktober varð aftur roynt at ringja. Men har var ongin Leivur at treffa, hann var á fundi, og vit kundu ringja aftur klokkan 14.30, tá hann aftur skuldi vera tøkur. Tað bleiv gjørt, men sama úrslit. Skrivstovukvinnan skuldi so leggja honum boð um at ringja, tá hann varð tøkur, men har ringdi ongin Leivur Persson frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum.

Mikudagin 18. oktober var knappliga grein í miðlunum um bygningin, har millum annað Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, íðin úttalar seg! Og sambært honum var tað ikki tað tingið, sum ikki var galið við bygninginum. Men okkum hevðihann heldur ikki henda dagin stundir at tosa við, og tað hevur hann heldur ikki havt síðani.

Mønustingur
Tað einasta, sum vit vildu práta við stjóran á Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum um – og hetta fekk hann eisini at vita í teldupostisum vit frammanundan høvdu sent til hann – varum tað er gjørligt, at bygningurn á Hálsi 1 í Sørvági kundi fáa neyðugu váttanirnar, um omanfyrinevndu íløgur vórðu gjørdar.

Í staðin hevur hann alment, við fáum, illa grundaðum og ófullfíggjaðum upplýsingum givið bygninginum hjá familjufyritøkuni Jim S mønustingin.

Ljót viðferð
Okkara meining um handfaringina av hesum málið og avleiðingarnar, hon hevur fingið, er tann, at hetta er ljótasta og mest ófantaliga viðferð, ein vælmeintur útleigari kann hugsast at fáa frá landsins myndugleikum.

Tað var ikki í nakrari ringari meining, at vit játtaðuSjóvinnustýrinum at húsast í bygninginum í eitt fyribils tíðarskeið. Stór orka varð løgd í fyri at fáa bygningin kláran, so leigari kundi flyta inn 1. mai 2016. Ikki vardi tað okkum, at hetta varð býttasta avgerð, vit kundu taka. 

Frá at standa við einum fínum bygningi 1. apríl 2016, standa vit nú í oktober 2017, við einum bygningi, sum Sjóvinnustýrið, við Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum sum ørindasveini, alment hevur skýrt ikki at vera egnaðan sum arbeiðspláss. Og hetta ógrundaða uppáhald hava tey varpað út um allar geilar.

Síðani Sjóvinnustýrið flutti inn í bygningin, hava vit gjørt alt fyri, at fólkini kundu verða trygg og væl nøgd á arbeiðsplássinum. Umbyggingar eru gjørdar, so Sjóvinnustýrið fekk plássið, teimum tørvaði. Tey hava fingið teirra arkiv, størri kantinu, ljósinstallatiónir eru broyttar, trygdarútgerð og brunagóðkenning fingin til vega, vindeygu eru skift og útsúgving uppsett. Møguleikar og loysnir av øllum hugsandi slag eru løgd fram fyri leigara. Útleigari hevur innheintað og útroknað tilboð frá veitarum upp á óteljandi loysnir til umbygging og installatiónir. Nógv tíð, orka og peningur er lagt í alt hetta hesar seinastu nógvu mánaðirnar. 

Tøkkin er almenn hunddálkan og black-listing av 9 ára gamla vinnubygningi okkara á Hálsi í Sørvági.

Jim Sonni Guttesen
stjóri, Spf. Jim S