Hugnaligt tiltak við Havnar Harmonikufelag í Bygdarhúsinum í Miðvági

12-01-2020 - 10:01 - Jóanis Nielsen

Leygarkvøldið tann1. februar 2020,kemur Havnar Harmonikufelag við

mannsterkum liði, saman við gitar, bass og sangarum, at spæla til
felagssang og dans íBygdahúsinum í Miðvági.

Harmonikudansur hevur verið tiltikin og væl dámdur. Vit fara aftur at fríska upp tann stemning og
ljóm, sum harmonikan er so væl kend fyri at geva.

Fyrri partur av kvøldinum verður felagssangur og framførsla av harmonikutónleiki.

Seinni partur av kvøldinum verður dansa. Hugsast kann, at farið verður upp á
gólv við onkrari vísu. Barrin verður opin. Tað eldra ættarliðið hevur her
eitt gilt høvi til eitt hugna-,sang- og dansikvøld burturav.

Dyrnar opna kl. 20 og vit halda á til út við miðnátt. Kostnaður 150 kr.
Atgongumerki fáast gjøgnum heimasíðuna: atgongumerki.fo og við dyrnar.