HSF: Kvinnulandsliðið er í dag farið til Danmarkar

ítróttur03-06-2017 - 21:54 - Jóanis Nielsen

Kvinnulandsliðið er í dag farið til Danmarkar, har tær vera á venjingarlegu fram til hósdagin, tá ferðalagið fer víðari til Grikkalands. Føroyar spæla EM-undandystir móti Grikkalandi leygardagin 10. juni kl. 17.00 føroyska tíð og móti Finnlandi sunnudagin 11. juni kl. 13.00 føroyska tíð.