HSF: Komandi EM-undankapping hjá monnum

ítróttur02-06-2020 - 14:50 -

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni kl. 16.00, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

32 lið eru styrkismett í 4 bólkar og eru Føroyar er styrkismett í fjórða bólki. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari saman við fýra teimum bestu 3´arunum. Bólkarnir síggja soleiðis út.

1. Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.

2. Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.

3. Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.

4. Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.

Les meira um lutakastið her:
http://eurohandball.com/article/35476