HSF: Greiður sigur í venjingardysti

ítróttur08-01-2018 - 22:51 - Jóanis Nielsen

A-landsliðið hjá monnum vann venjingardystin í kvøld móti HØJ, ið spælir í næstbestu donsku deildini. Úrslitið gjørdist 31-20 til Føroyar.

Føroyska verjan stóð sum ein brandur, ið gav fleiri skjótálop, bæði í fyrstu- og aðru bylgju. Hinuvegin haltaði í álopsspælinum. Tað sást, at allir spælararnir ikki kenna hvønn annan nóg væl enn.

Manslandsliðið fór til Danmarkar sunnudagin og í morgin gongur leiðin víðari til Italia, har tríggir HM-undankappingardystir bíða.

Føroyar spæla ímóti Ukraina hósdagin, Rumenia fríggjadagin og Italia leygardagin.

Føroyar eru í bólki 3 í undankappingini. Tað eru samanlagt seks bólkar. Teir seks bólkavinnararnir fara víðari til “play off “dystir um at koma til sjálvt HM-endaspælið.

Dystirnir hjá Føroyum verða allir stroymdir. Leinkja til dystirnar verður løgd út á Facebook-síðuna hjá HSF.