HSF: Faxe Kondi kondi kappingin byrjar nú

ítróttur17-01-2020 - 20:02 - Jóanis Nielsen

Hetta vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum. Ungdómsliðini byrjaðu longu fyri jól og eru U18 finalistarnir longu funnir.

Hjá kvinnum og monnum verður fyrsta umfar, meðan ungdómsliðini spæla 2. umfar í hallunum kring landið. Hálvfinalurnar hjá U18 hava longu verið og vóru úrslitini hesi hjá dreingjum:

H71 b – Kyndil 39-31
H71 a – Neistin 33-34

Og hesi hjá gentum:
Hálvfinala 1: kl. 16.30 Kyndil – Stjørnan 22-19
Hálvfinala 2: kl. 17.40 H71 a – Neistin 29-25

Sostatt verða tað H71 b og Neistin, sum møtast í dreingir 18 finaluni og Kyndil og H71 sum møtast í gentufinaluni.

Leiksskráin hjá monnum og kvinnum sæst her:
http://hsf.fo/kappingar/steypakappingin/menn/
http://hsf.fo/kappingar/steypakappingin/kvinnur/