HSF: Dómaraskeið við Johnny Taumann

ítróttur06-09-2017 - 20:16 - Jóanis Nielsen

Eins og undanfarin ár, fer danin, Johnny Taumann, at halda dómaraskeið fyri bæði A- og B-dómarum. Eisini verður eitt skeið fyri tíðtakarar og skrivarar, sum skulu sita við dómaraborðini komandi kappingarár. Harumframt verður fundur við venjarar í fremstu deildini og landsliðsvenjarar.

Skráin:
13. sept. klokkan 19:00-21:30
Stórfundur fyri B-dómarum, tíðtakarum og skrivarum og annars øllum áhugaðum.
Renniroynd fyri B-dómarar er klokkan 18.00 í fimleikahøllini í Hoyvíkar skúla.

14. sept. klokkan 18:00-21:30
Skeið fyri A-dómarum

16. sept. klokkan 10:00-13:00
Fundur við venjarar í fremstu deildunum og landsliðsvenjararnar. Ábit verður kl. 12:30

Bæði skeiðini og fundurin eru í Hoyvíkshøllini.