HSF: A-landsliðið er úttikið

ítróttur08-06-2017 - 15:08 - Jóanis Nielsen

A-landsliðið hjá monnum, ið skal við til Emerging Nations Championsip, er úttikið.

Í næstu viku, frá mánadegnum 12. juni til sunnudagin 18. juni, luttekur A-landsliðið í hondbóltskapping í Gabrova í Bulgaria.

Emerging Nations Championship er kapping fyri smátjóðir í hondbólti.

16 lond eru við í kappingini. Føroyar eru í bólki saman við Kina, Armenia og Moldova.

Kappingin er skipað á tann hátt, at 24 ára aldursloft er á spælarunum, tó kann hvørt landi kann hava tríggjar spælarar, ið eru eldri enn aldursloftið.

Venjararnir, Jeppe Borch og Halgir Dahl Olesen, hava úttikið 15 spælarar.

Hans Eli Sigurbjørnson – KÍF
Peter Krogh – H71
Tróndur Arge – H71
Hanus Christophersen – VÍF
Allan Norðberg – STÍF
Torstein Balle – Neistin
Frank Askildsen – Neistin
Eliesar Rubeksen – Neistin
Jan Pauli Toft Johannesen – Kyndil
Høgni Klein Olsen – Kyndil
Rógvi Dal Christiansen – Kyndil
Tróndur Kragesteen – ÍF Føroyar
Rókur Akralíð – ÍF Føroyar
Eirikur Simonsen – ÍF Føroyar
Lars Larsen Black – ÍF Føroyar

Dystarskráin hjá Føroyum:

12. juni, klokkan 14:00, Kina-Føroyar
13. juni, klokkan 14:00, Føroyar-Moldova
14. juni, klokkan 14:00, Føroyar-Armenia

Um Føroyar spæla seg víðari úr bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla fjórðingsfinalu fríggjadagin 16. juni. Hálvfinalurnar eru leygardagin og finalan er sunnudagin.