Hoyvík skal landa makrel í Fuglafirði

vinna07-01-2018 - 15:08 - Jóanis Nielsen

 Hoyvík siglir til Føroyar við 1.300 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað vestur úr Orknoyggjunum - á uml. 53N og 5V.

Hoyvík skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir sleppa framat at landa seint mánakvøldið.

Skipari á Hoyvík er Hildibjartur Olsen úr Vestmanna.