Hoyvík siglir inn av makrelfeltinum

vinna07-09-2017 - 16:08 - Jóanis Nielsen

 Hoyvík, sum hevur roynt norðanfyri, er farin at sigla inn, teir hava 360 tons av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, Hoyvík verður á Kollafirði seinnapartin í morgin.

Í løtuni landar Borgarin, í Kollafirði, teir verða liðnir seinnapartin í morgin, so skulu Vestmenningur og Skoraberg landa og síðan Hoyvík, so Hoyvik sleppir ikki framat fyrrenn fríggjakvøldið.