Hoyvík landar í Kollafirði

vinna11-11-2017 - 10:49 - Jóanis Nielsen

 Hoyvík kom á Kolllafjørð í gjárkvøldið við 700 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi, tætt norður úr føroyska markinum. 

Nógv sild er at síggja norðanfyri, Hoyvík gjørdi bara tvey tov.

Teir byrjaðu at landa tá teir komu á Kollafjørð og verða væntandi liðnir tíðliga í kvøld, tá verður farið aftur á sildaveiðu.