Hoyvík er nú lagdur fyri í ár

Vinna04-11-2019 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen
Hoyvík kom í gjárskvøldið á Vestmanna eftir at hava landa 300 tons av sild til Pelagos í Fuglafirði, sum teir høvdu fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.

Vit tosaðu við Hildurbjartur Olsen, skipara umborð á Hoyvík, í gjárskvøldið. Hildibjartur segði, at Hoyvík hevur nú fiskað kvotuna fyri í ár, og kemur Hoyvík tí at liggja restina av árinum.

Hoyvík hevur fiskað umleið 2600 tons av makreli, 2500 tons av sild og 3000 tons av svartkjafti í ár.