Hoyvík er komin inn

Vinna21-09-2019 - 14:14 - Jóanis Albert Nielsen
Fyrrapartin kom Hoyvík á Fuglafjørð har teir skulu landa makrel.

Hoyvík hevur henda túrin roynt eftir makreli í føroyskum sjógvi. Lítið hevur verið og sæð til makrel, og hevur Hoyvík fingið 100 tons av makreli, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.

Í løtuni landar Tasiilaq (les her), og eigur Fagraberg landingartørn eftir tað (les her), eftir tað sleppir Hoyvík framat.