Hoyvík er á veg inn við makreli

Vinna20-09-2018 - 11:28 - Jóanis Albert Nielsen
Hoyvík er á veg inn við makreli, og verður Hoyvík á Fuglafirði seinnapartin í dag. Hoyvík hevur henda túrin fiskað 700 tons av makreli á makrelfeltinum norðanfyri.

Hoyvík skal landa til Pelagos í Fuglafirði, og støddin á makrelinum liggur um 440 gramm.