Hoyvík er á veg inn við makreli

Vinna09-08-2017 - 16:49 - Jóanis Albert Nielsen

Hoyvík hevur roynt eftir makreli í altjóðaskjógvi norðanfyri. Hoyvík er komi undir land, og verða teir á Kollafirði í kvøld, har teir eisini skulu landa. 


Hoyvík hevur 600 tons av makreli, sum verður landaður til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Við Hoyvík eru 9 mans, og skipari henda túrin er Suni Jacobsen.