Hoyvík er á veg inn at landa

Vinna17-11-2017 - 08:16 - Jóanis Albert Nielsen

Hoyvík er á veg inn at landa, og júst í skrivandi stund fer Hoyvík um Eystnes, og er ávegis á Kollafjørð, har teir skulu landa til Faroe Pelagic. 

Hoyvík hevur henda túrin roynt norðanfyri Føroyar, og hava teir fingið 1.100 tons av sild. Í løtuni landar Norðingur til Faroe Pelagic, men teir verða lidnar at landa hvørja løtu. So Hoyvík sleppir framat beinavegin teir koma á Kollafjørð.

Hetta var seinasti sildatúrurin hjá Hoyvík í ár, nú fara teir at rigga til at fara a svartkjaftaveiðu.