Høvdu embætisfólk í Havn funnið seg í tílíkum arbeiðsumstøðum?

Vinna30-11-2019 - 14:25 - Jóanis Albert Nielsen

Loyvi mær líka at senda mína ‘høgtvirdu tøkk’ til fyrrverandi fiskimálaráðharran og embætisfólk í Havn fyri at fultrikni útróðrarbáturin hjá okkum, M/B ANRU, nú er lagdur fyri restina av árinum, og fýra útróðrarmenn í fulltíðarstarvi harvið arbeiðsleysir inntil 1 januar.

Hetta vegna ‘fantastisku’ evnini sum hesi fólk hava at skilja og gera kunngerðir, sum stýra umstøðunum í føroysku fiskivinnuni; í hesum førinum viðvíkjandi bólki 5A og 5B.

Sjálvt um M/B ANRU telist í millumbestu útróðrarbátar í heyst (hvis ikki tann besti) og hóast bólkur 5A ikki er lagdur, so er ‘óheppin’ kunngerð hjá omanfyrinevndu beinleiðis orsøk til at M/B ANRU nú er løgd og menninir sendir til hús. Hetta tí tey (við fyrrnevndu kunngerð í hond) hava blakað ANRU í bólk 5B.

Høvdu embætisfólk í Havn funnið seg í tílíkum arbeiðsumstøðum og viðferð? Nei eg hugsi ikki!

Í kvøld eru mínir tankar fyrst og fremst hjá Gunduri, manningini á M/B ANRU og teirra familjum. Tað er, tá órættvísi sýnist stórst, at mann finnur sínar vinir, skrivaði Janus Rein á Facebook í gjár.