Hørður skiftir til KÍF

ítróttur12-06-2019 - 12:00 - Jóanis Albert Nielsen

Sterki strikuspælarin úr Íslandi Hørður Fannar Sigtórsson skiftir frá Team Klaksvík til KÍF.

KÍF og Hørður hava undirskrivað ein sáttmála fyri komandi kappingarár.

Strikuspælarin er nú 36 ára gamal. Hørður kom til Føroyar í 2012, og hevur spælt fyri Kyndil og Team Klaksvík í føroyskum hondbólti, eitt skifti var hann eisini og royndi seg í Týsklandi.