Hesaferð var tað Eli Hentze, hjálparvenjari, ið kunngjørdi A-landsliðshópin hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hópurin móti Eysturríki og Skotlandi úttikin

ítróttur27-09-2021 - 22:38 - Jóanis Nielsen

Håkan Ericson og Eli Hentze hava úttikið hópin til HM-undankappingardystirnar á heimavølli móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða 9. og 12. oktober.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Eli Hentze, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, føroyska hópin til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli 9. og 12. oktober.

Eftir ætlan skal hópurin til komandi dystir telja 23 spælarar, men í fyrstu atløgu hava venjaranir sent boð eftir 22. Ætlandi verður ein afturat boðsendur seinni í vikuni, og verður tá talan um ein verjukendan miðvallara.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Heini Vatnsdal, KÍ
Heri Hjalt Mohr, HB
Hørður Askham, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson
Rene Shaki Joensen, HB
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

Í verandi løtu eru umleið 3.000 atgongumerki seld til dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi. Sølan av atgongumerkjum fer fram í Nethandilinum á FSF.fo. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum.