Hópin av fólki í Fosshyli í morgun

Mentan18-08-2019 - 13:37 - Jóanis Albert Nielsen

Vesturskin byrjaði í morgun. Fyrsta tiltakið á mentanarvikuni í Vágum var morgunsvinjing í Fosshyli í Sandavági. Hópin av fólki høvdu leitað sær norð í Fosshyl, har bæði vaksin og børn fingu sær eitt frískligt morgundip, og morgunmatarskál frá Matbitanum við Elsu Sandberg Nielsen omaná. Sí fleiri myndir

Nógv áhugaverd tiltøk eru á skránni í dag:

12.00 – 18.00 Listasýning við Bjørk Gudmundsen / Fiskastykkið, Sandavágur Ókeypis

14.00 Søguforteljing í Hentzar’sa handli / Sandavágur Ókeypis
Rakel Helmsdal lesur nýggju bókina ‘loftar tú mær? – ein blíð søga um
deyðan’.

15.00 – 18.00 Afternoon tea á Magenta – Gamla hotellið / Miðvágur

15.00 – 18.00 List úr Vatnsoyrum / Gamla fjósið, Vatnsoyrar Ókeypis
Lydia Nielsen og Pól Skarðenni sýna listaverk.
Kórið ‘Fljóðljóð’ framførir nøkur løg.

16.00 – 19.00 Listasýning í SOR-bygninginum / Sørvágur Ókeypis
Jana Johnhardsdóttir sýnir listaverk.
Spjaldur sýnir plakatir.

18.00 Filmssýning ‘Verkir’ / Marghøllin, Sørvágur 70,-
Føroyskur dokumentarur eftir Karinu og Theresu Jákupsdøtur um
broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftir fáum árum
vóru fluttar inn á sjúkrahúsið. (70 min.)
Keyp á atgongumerki.fo

20.30 Sólseturskaffi í Gásadali Ókeypis
Møtt verður við Gásadalsgarð haðani gingið verður niðan á eggina til kaffi
og harmonikutónar. Sørvágs tónleikarafelag spælir nøkur løg.

Sí skránna fyri alla vikuna her