Hópfíggingarverkætlan gongur væl

mentan04-05-2020 - 09:33 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv 4. mai 2010:

Hópfíggingarverkætlan gongur væl

Allarfyrsta tónleikaverkætlanin á heimasíðunihttp://hopfigging.fo, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík rekur, tykist at ganga stak væl. Tónaskaldið Elin Brimheim Heinesen, sum verksetti hópfíggingarverkætlanina fríggjadagin 1. mai, er ovfarin av stóru undirtøkuni, verkætlanin hevur fingið. Á midnátt sunnukvøldið 3. mai vóru heili 70 % longu komin inn av teim 60.000 kr., ið er málið.

Elin roynir at fáa fígging til útseting og innspæling við symfoniorkestri og kóri av lag, sum hon hevur gjørt til vakra yrking hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen, við heitinumSóleyan, eins og hon gjørdi við lagið hjá pápanum og særEitt dýpi av dýrari tíð, sum føroyingar valdu sum fjórðbesta lagið tey seinastu 50 árini í spurnarkanning hjá Kringvarpinum í 2018.

Sum sæst á hópfíggingarsíðuni fáa stuðlar okkurt afturfyri stuðulin, m.a. tónleikaútgávur og stovukonsertir við Elini. - Men tað ber eisini til at velja einki at fáa afturfyri, um ein heldur vil tað, sigur Elin.

Sunnukvøldið høvdu 91 fólk verið inni og stuðlað við upphæddum frá 100 kr. heilt upp í 3.000 kr. Tilsamans knappar 42.000 kr. Í meðal hava fólk stuðlað við knøppum 460 kr. hvør. Málið er at savna í minsta lagi 60.000 kr. fram til freistina, sum er 9. juni.

Fyrsta verkætlan av sínum slag
- At tað fór at ganga so skjótt at koma so langt, hevði eg als ikki roknað við, sigur Elin, sum er ovfarin av stóru undirtøkuni.

Hon vónar, at verkætlanin fer at bera á mál, so hon kann varðveita upphæddina, ið er komin inn, tí verður málið ikki rokkið innan 9. juni, fella allir pengarnir aftur til stuðlarnar. Hon er tí ógvuliga spent um gongdina.

- Eg hevði ongar væntanir áðrenn, tí eingin hevur gjørt júst hetta fyrr, so tað var ikki til at vita. Men eg eri farin at trúgva meira uppá nú, at tað fer at eydnast at røkka á mál, sigur Elin.

Tey, sum reka heimasíðunahttp://hopfigging.fo, eru eisini spent at vita, hvussu tað gongur við fíggingini, tí hetta er fyrsta tónleikaverkætlanin á síðuni.


- Vit í Íverksetarahúsinum, umframt allir tónleikarar í Føroyum, rokni eg við, eru sera spent um, hvussu tað fer at gangast verkætlanini hjá Elini – ta fyrstu av sínum slag, tí tað kann skapa fordømi fyri aðrar líknandi hópfíggingarverkætlanir, sigur Magni Thomsen, sum starvast í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, ið stendur aftanfyri heimasíðuna hopfigging.fo.


Tordi ikki at seta uphæddina hægri

- 60.000 kr. røkkur rættiliga langt, men er ikki nóg mikið til bæði at gera útseting og at spæla lagiðSóleyaninn fyri. Alt tað tilsamans kostar meira enn 60.000 kr. at fremja, men tað týdningarmesta er at fáa nóg mikið til at gera útsetingina fyri symfoniorkestur og kór, sum er størsta avbjóðingin, sigur Elin.

Til spurningin, hví hon ikki valdi at seta málið hægri, so nóg mikið er til alt, svarar hon:

– Eg tordi ikki at seta upphæddina ov høgt, tí so var eg bangin fyri, at tað var heilt órealistiskt at røkka á mál. So heldur seta eina upphædd, sum tað kanska er møguleiki fyri røkka upp til, hóast tað ikki kann fíggja alt, sum ætlanin er at gera.

– Men fái eg tær fyrstu 60.000 kr., so er eisini betri møguleiki fyri at fáa meira fígging aðrastaðni. Og skuldi eg verið so heppin, at tað koma fleiri pengar inn umvegis hopfigging.fo, enn tann upphæddin, ið er sett sum mál har, so fara teir sjálvsagt eisini beint til endamálið.

Sum sæst á hopfigging.fo, so eru fleiri av gjøgnumførdu hópfíggingarverkætlanum yvirfíggjaðar.

- Eg kann bara vóna, at so nógv sum gjørligt taka undir við hesi verkætlanini. Jú fleiri eru við, jú meira fái eg gjørt fyri, at endaúrslitið kann blíva so gott og fullfíggjað, sum tað yvirhøvur ber til, vónandi til gleði fyri alt Føroya fólk, sigur Elin Brimheim Heinesen at enda.

Fá meira at vita
Her er beinleiðis leinki til hópfíggingarverkætlanina hjá Elini Brimheim Heinesen:https://www.hopfigging.fo/project/view/57

Síðan er bæði á føroyskum og enskum. Ovast á síðuni kann ein velja, hvat av málunum, ein heldur vil hava.

Og her eitt videobrot við tí, sum alt snýr seg um - Elin Brimheim Heinesen syngur og spælir lagið Sóleyan:https://youtu.be/YKAUiqQm-i0

Her er heimasíðan hjá Elini Brimheim Heinesen:http://heinesen.fohar meira fæst at vita um Elina og tónleikin hjá henni.