Hondbóltur: U18 og U20 til stórar kappingar

ítróttur09-11-2019 - 09:00 - Jóanis Nielsen

HSF skrivar:Ungdómslandsliðini hjá monnum skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar.Dreingirnir, sum í juli vunnu European Open, hava møguleika at spæla seg í eitt endaspæl.

Mánadagin var lutakast í Wien til EM-kappingina hjá U18 og U20 við monnum. Bæði landsliðini fáa eina trupla-, men ikki eina ómøguliga uppgávu.

Avbjóðingin er stórKravið er at vinna kappingina, um U18 landsliðið skal gera sær nakrar vónir um eitt beinleiðis atgongumerki í eitt endaspæl. Við at vinna undankappingina fylgir beinleiðis atgongd til HM-endaspælið fyri U19 landslið í 2021 og EM-endaspælið fyri U20 landslið í 2022. Nummar tvey og trý skulu spæla eina millumrundu fyri at vinna seg í endaspælið. Væntast kann, at serliga Hvítarussland og Kekkia verða trupul lond at knúgva.

U20 landsliðið fær ikki eina minni trupla uppgávu, tá teir millum annað skulu hitta Pólland í bólkaspælinum. Enn er tó ikki váttað, hvør gularótin hjá vinnaranum av kappingini fyri U20 landslið verður, men líkt er til, at tað verður beinleiðis atgongd til HM-endaspælið fyri U21 landslið í 2021.

Lutakastið:

EHF Championships – U18 mennBulgaria, 17-23 august 2020Bólkur A: Kekkia, Føroyar,Bulgaria, Stórabretland
Bólkur B: Hvítarussland, Slovakia, Finnland, Litava

EHF Championships – U20 menn
Bosnia, 3-12 juli 2020
Bólkur A: Pólland,Føroyar,Slovakia, Finnland, Bosnia,
Bólkur B: Kekkia, Holland, Montenegro, Estland, Grikkaland