Hondbóltur: Lutakast til European Open hevur verið

ítróttur21-02-2020 - 15:59 - Jóanis Nielsen

Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 29. juni til 3. juli.


Leikt verður í 4 bólkum við 6 liðum í hvørjum bólki. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur 1: Svøríki, Kroatia, Holland, Slovakia, Litava, Estland
Bólkur 2: Ungarn, Noreg, Portugal, Sveis, Føroyar, Finnland
Bólkur 3: Danmark, Montenegro, Spania, Ísland, Hvítarussland, Georgia
Bólkur 4: Frakland, Russland, Rumenia, Kekkia, Serbia, Pólland

Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av stóru tjóðunum eru við. Liðini sum Føroyar komu í bólk saman við eru styrkismett soleiðis í kappingini: Ungarn er styrkismett, sum nr. 1, Noreg nr. 6, Portugal nr. 10, Sveis nr. 18 og Finnland nr. 23. Føroyar var styrkismett sum nr. 21.