Mynd: Bjartur Vest Joensen.

Hondbóltur: Kyndil og VB liggja fremst í bestu kvinnudeildini

ítróttur08-10-2017 - 20:51 - Jóanis Nielsen

 Eftir dystirnar í dag í bestu kvinnudeildini liggja Kyndil og VB fremst, Kyndil og VB hava 7 stig í part, næst teimum kemur VÍF við 6 stigum eftir tríggjar dystir, mikukvøldið hittast Kyndil og VÍF, so tá verður talan um ein toppdyst, dysturin mikukvøldið verður í Vestmanna kl. 18.30

Í dag eru tríggir dystir leiktir:

VB vann stórsigur á Stjørnuni, dysturin var í Klaksvík - VB vann 18-32

Í Vestmanna vann VÍF eisini stórsigur á StÍF, VÍF vann 32-14.

Í Havn vann Kyndil tryggan sigur, tá ið Neistin og Kyndil brustu saman, Kyndil vann 26-19

Tveir dystir verða komandi mikukvøld og ein hóskvøldið:

11.10.2017 18.30Høllin í VestmannaD114VÍFKyndil
11.10.2017 18.30Høllin á HálsiD113NeistinH71
12.10.2017 18.30KÍ-HøllinD115StjørnanStÍF



Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil410375287
2VB410686207
3VÍF39661356
4Neistin410391124
5H7136482-180
6Stjørnan36592-270
7StÍF34797-500