Mynd: Sverri Egholm (portal.fo)

Hondbóltur: Føroyar vann 37-22 á Grønlandi

ítróttur12-01-2019 - 23:16 - Jóanis Nielsen

Øll roknaðu við einum jøvnum og spennandi dysti, tá Føroyar og Grønland skuldu leika í Havn í kvøld.

Men soleiðis gjørdist tað ikki, grønlendingar gjørdu alt ov nógvar feilir og viðførdi tað, at munurin gjørdist alt ov stórur til at blíva spennandi, hálvleiksstøðan var 18.11 til Føroyar, og vunnu vit við 15 málum, úrslitið gjørdist 37-22.

Føroysku málskjúttarnir:
Peter Krogh 8
Jónas G. Djurhuus 7
Allan Norðberg 4
Rókur Akralíð 3
Sámal á Tjaldrafløtti 3
Ròi Berg Hansen 3
Helgi Hoydal 3
Tróndur Kragesteen 2
Rúni Vest Højgaard 1
Rógvi Dal-Christiansen 1
Áki Egilsnes 1

Liðini leika aftur í Vestmanna kl. 17 í morgin.