Hondbóltur: Eitt heiðurligt úrslit ímóti dønum

ítróttur16-06-2019 - 18:49 - Jóanis Nielsen

Landsdysturin í HM-undankappingini ímillum Føroyar og Danmark, sum varð leiktur í Aalborg í kvøld, var undirhaldandi við góðari leikferð og góðum hondbóltsspæli frá báðum pørtum, føroyingar spældu fult upp ímóti danska HM-liðnum.

Dysturin endaði 31-24 til danir, eftir at hálvleiksstøðan var 13-17 til danir.

4.600 áskoðar vóru til dystin, harav nakrir 100 føroyingar.

Føroysku málskjúttarnir:

Kjartan Johansen 7 (2)
Helgi Hildarson Hoydal 3
Jónas Gunnarsson Djurhuus 3 (1)
Peter Krogh 3
Hans Eli Sigurbjørnsson 2
Niklas Selvig 2
Rógvi Dal-Christiansen 1
Rói Berg Hansen 1
Brandur Halgirsson 1
Áki Egilsnes 1



Støður

5.min: 2-2
10.min: 5-3
15.min: 9-5
20.min: 13-6
25.min: 15-9
35.min: 22-16
40.min: 24-18
45.min: 25-19
50.min: 27-20
55.min: 29-21

Sí myndir HER.