Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina

ítróttur21-10-2021 - 11:50 - Jóanis Nielsen

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fram til kappingarlok 2023.

Hetta merkir m.a., at kappingarnar enn koma at bera nøvnini Burn kappingin og SMS kappingin og koma nøvnini at verða sjónlig í flest øllum viðurskiftum, hvat kappingunum viðvíkur.
Gunn Ellefsen og Jákup Suni Berg hittust herfyri í SMS, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður.
– Gunn Ellefsen sigur um longda sáttmálan. Tað tykist, sum hava fólk tikið nøvnini á kappingunum, Burn kappingin og SMS kappingin, til sín og saman við tílíkum góðum stuðlum, kunnu vit menna heimligu kappingarnar til eina enn betri merkisvøru.
– Jákup Suni Berg viðmerkir til samstarvið, at tað er stuttlig og hugtakandi at vera viðspælari í einari ítróttargrein, har kropsliga menningin hevur verið eyðsýnd seinastu árini. Spælið er vorið skjótari og setur hetta stór krøv til kroppin hjá tí einstaka leikaranum.
– Durita Nolsøe, býlingstjóri í SMS, viðmerkir til sáttmálan, at tey fegnast um stóra áhugan fyri hondbóltskappingunum og hvussu hesar eru blivnar alt meira sjónligar í miðlunum og á nýggjum talgildum pallum.