Høgni viðgongur heimildarloysi

Politikkur06-06-2017 - 23:55 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, viðgongur nú, at heimild er ikki fyri, at hesi loyvi kunnu flytast frá línuskipum til íðnaðarskipini.

Landsstýrismaðurin sigur, at ein av næstu døgunum fer hann at taka støðu til, um loyvini til línuskip, sum íðnaðarskipini Næraberg og Slættaberg fiska uppá, skula takast aftur, lurta her.