Høgni spyr um herskyldu og hernaðarmál í Føroyum

politikkur11-02-2020 - 14:13 - Jóanis Nielsen

Málið um herskyldu og hernaðarmál í Føroyum verður nú reist á løgtingi.

Mikudagin skal løgmaður svara hjálagda fyrispurningi um, hvussu landsstýrið hevur gjørt donskum stjórnini og umheiminum greitt, at føroyingar hava onki við danska herin og danska herskyldu at gera.

Løgtingið

Munnligur fyrispurningur

til

løgmann

Um at boða frá, at føroyingar hava onki við danska herskyldu og danska herin at gera

  1. Nú uppskot er í danska tinginum um, at føroyingar skulu gera herskyldu í danska herinum, hevur løgmaður mótmælt og boðað donsku stjórnini og umheiminum frá, at føroyingar eru ein egin tjóð, sum onki hevur við danska herskyldu og danska herin at gera?

  1. Hevur landsstýrið beinanvegin boðað donksu stjórnini og umheiminum frá, at tað bert er føroyska tjóðin og føroyskir fólkavaldir myndugleikar, ið skulu taka avgerðir um hernaðarmál í okkara egna landi?

  1. Hvat ger landsstýrið fyri at steðga tí áhaldandi og vaksandi áganginum at fremja danska nasjonalismu í Føroyum, har søgufalsanin um ein sonevndan “ríkisfelagsskap” støðugt verða trúttað niður í føroyingar, og sum tekur frá okkum tjóðarrættindini at ráða í egnum landi?

Viðmerkingar:

Nú er uppskot í danska tinginum um at føroyingar skulu gera herskyldu í danska herinum.

Danski Fólkaflokkurin við síni ógvusligu dagsskrá um danska nasjonalismu og danskt hjálandaveldi í Føroyum og Grønlandi, krevur, at føroyskir menn skulu gera herskyldu í danska herinum. Hetta fyri at taka lut í at “verja” tann sonevnda “ríkisfelagsskapin” – eitt hugtak, ið als ikki finst í altjóða lóg ella rætti, men sum verður brúkt sum politisk propaganda til at verja danska ríkið og tess áhugamál.

Danska tingið hevur fleiri ferðir seinnu árini tikið avgerð um at fara í kríggj úti í heimi – í Irak og í Afghanistan – uttan at spyrja føroyingar eftir. Nú er so uppskot um, at føroyskir unglingar skulu sendast í kríggj fyri donsk áhugamál.

Herfyri boðaði danski verjumálaráðharrin somuleiðis frá, at Danmark vildi hava hernaðarútbyggingar í Føroyum.

Talan er um ein markleysan frekleika mótvegis føroyska fólkinum og føroyskum fólkavaldum myndugleikum.

Atvoldin til hesa framferð er sjálvsagt, at Danmark óttast at missa sítt vald í Norðuratlantshavi og í Arktis, nú heimsins stórveldi stríðast um vald og ávirkan í okkara londum og okkara sjógvi.

Føroyingar hava onki við danska herin at gera. Føroya Løgting hevur ferð eftir ferð mótmælt hernaðarútbyggingum í Føroyum, men Danmark hevur kortini tikið avgerðir um okkara land og um hernaðarmál í Føroyum yvir høvdið á føroyska fólkinum.

Danmark hevur brúkt Føroyar (og Grønland) sum ein finnu í einum hernaðarpolitiskum talvi millum stórveldini til egnan fyrimuns.

Sambært frágreiðing frá Føroya landsstýri í ár 2000, hevur Danmark bert frá 1962 til 1989 spart meira enn 50 milliardir krónur í hernaðarútreiðslum við at brúka Føroyar og Grønland sum hernaðarstøðir, hóast mótmæli frá Føroya Løgtingi.

Hartil hevur Føroya landsstýri staðfest, at tað er ikki Danmark, sum hevur nakra “verju” í Føroyum. Føroyar liggja innanfyri tað bretska hernaðarliga trygdarøkið, og skuldi nakað hent hernaðarliga í Føroyum, fer Bretland at fremja atgerðir – eins og vit sóu undir øðrum veraldarbardaga.

Kortini royna danskir politikarar aftur at seta dagsskránna og at taka avgerðir yvir høvdið á føroyingum.

Tí verður spurt, hvussu landsstýrið hevur gjørt støðu Føroya greiða, soleiðis at bert føroyingar og føroyskir myndugleikar taka avgerðir um okkara støðu í hernaðarmálum.

Á Løgtingi, 11. februar 2020

Høgni Hoydal

løgtingsmaður