Høgni: Nú vóna vit at B68 ikki klárar tað

ítróttur23-10-2018 - 21:38 - Jóanis Albert Nielsen
07 Vestur og EB/Streymur spældu í dag 3-3 á Dungasandi í Sørvági. Við javnleikinum sleppir EB/Streymur at spæla í Betri-deildini aftur næsta kappingarár.

Vit fingu orð á liðskiparin hjá 07 Vestur Høgna E. Nielsen, og hann sigur, at nú vóna teir bara at B68 ikki klárar at vinna seg í top trý í 1. deild samstundis sum 07 Vestur ger sína skildu ímóti TB/FCS/Royn.

Vit høvdu beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum, les hana her.