Høgni manglar nú bert triðja normin

ítróttur09-07-2018 - 08:09 - Jóanis Nielsen

 From:

21 ára gamli sandavágsmaðurin, Høgni Egilstoft Nielsen, hevur fingið eina góða byrjan uppá Faroes Open, sum í løtuni verður telvað á Giljanesi í Vágum.

 

Høgni hevur higartil vunnið bæði síni talv. Fyrst við hvítum móti Árant Djurhuus (1703) og síðani við svørtum móti Einari Gregersen (1665).

 

Tá kappingin byrjaði hevði Høgni Egilstoft Nielsen 2397 ratingstig. Við teimum báðum sigrunum í teimum báðum fyrstu umførunum hevur Høgni lyft seg somikið í rating, at hann nú rundar 2400 ratingstig. Hetta ger, at hann nú hevur nátt ratingmarkinum fyri at gerast altjóða meistari. Tá hann í forvegin hevur tveir IM-normar, so manglar hann í løtuni bert ein norm fyri at gerast altjóða meistari.

FM Høgni Egilstoft Nielsen (2397) have won both of his first two games as the only Faroese player.

Kelda: https://www.faroesopen.com/

Í dag verða tvey umfør telvað:

  1. 3. umfar: mánadagin 9. juli kl. 10.00
  2. 4. umfar: mánadagin 9. juli kl. 17.00