Høgni klárur aftur til næsta ár

ítróttur30-10-2020 - 20:08 - Jóanis Nielsen

Fyrr í vikuni skrivaðu Høgni Egilstoft Nielsen og 07 Vestur undir nýggjan sáttmála. Høgni hevur verið úti í alt ár vegna skaða, men verður væntandi klárur aftur til byrjanina komandi kappingarár.

23-ára gamli miðvallarin var ein av týðningarmestu leikarunum í fjør við 26 dystum og 8 málum, og var eisini liðskipari okkara, men stórur skaði í knænum gjørdi, at hann bert spældi fyrsta umfarið í ár, áðrenn hann mátti undir skurð. Alt hevur tíbetur gingið væl, hóast tað tekur langa tíð, so vit vóna at hann verður klárur til byrjan komandi ár.

Høgni er eisini, hóast ungan aldur, millum royndastu leikarar okkara, og við 156 dystum á besta liði, hevur bert Tór-Ingar leikt fleiri.

Vit ynskja Høgna skjóta bata og gleðast um, at hann verður skjótt aftur at síggja í vøllinum - tað skrivar 07Vestur.