Høgni Hoydal og sitandi samgonga geva Føroyum ein umhvørvisdálkandi fiskiflota

13-04-2019 - 10:37 - Jóanis Nielsen

Fiskivinnunýskipanin ger, at moderniseringin og effektiviseringin av vinnuni steðgar, tí fiskirættindi tilvitað verða tikin frá størru reiðaríunum, sum veruliga kundu gjørt íløgur í nýggj skip og hava hart upparbeidda servitan. Ístaðin fer fram ein politisk umfordeiling av fiskirættindum, sum higartil als ikki hevur riggað, samstundis sum hundraðtals milliónir verða tiknar úr vinnuni. Úrslitið er, at vit fáa fleiri skrokkar inn í flotan – gomul bílig skip – til at fiska ta somu fiskanøgdina, og tað ger, at Føroyar fara at brúka meira olju og dálka meira til sama fiskarí.

Í “Frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassi, 1990-2017”, sum Umhvørvisstovan hevur almannakunngjørt á heimasíðu sínari, verður staðfest, at “Fiskiskip” eru nógv tann størsti einstaki bólkurin av “syndarum”, tá tað kemur til útlát av vakstrarhúsgassi her í Føroyum.

Frágreiðingin staðfestir, at føroysk fiskiskip eiga umleið 24% av allari nýtslu av brennievni her á landi, síðan koma útlendsk fiskiskip, sum bunkra í Føroyum, við 18%, tvs. nýtslan hjá fiskiskipum av brennievni í Føroyum er samanløgd 42%, meðan húsarhaldini í somu frágreiðing t.d. brúka 11%

Tí er tað eitt sindur syrgiligt, at síggja vælmeint ungmannafeløg hjá m.a. Tjóðveldi og Javnaðinum standa uttan fyri tinghúsið í øllum veðri og halda veðurlagsverkføll, meðan leiðslan fyri Tjóðveldi – saman við Javnaði og Framsókn – hava sett í gildi eina fiskivinnunýskipan, sum fremur eina vaksandi umhvørvisdálking í havinum kring Føroyar.

Fólkaflokkurin vil og kann broyta kósina

Í hesum tíðum, har vit so at siga á øllum økjum í samfelagnum leggja okkum eftir at effektivisera og rationalisera, har brúk verður gjørt av tí servitan, sum er bygd upp á økinum, so er tað óskiljandi, at sitandi samgonga so miðvíst fer eftir at spenna bein fyri teir fiskimenn, vinnufyritøkur, og enntá landspartar, sum í áratíggju hava upparbeitt servitan og gjørt íløgur í rættindi innan fiskivinnu.

Hetta valskeiðið hevur á ein óhugnaliga avdúkandi hátt víst okkum stóra munin á Fólkaflokkinum og samgonguflokkunum, sum í dag manna landsstýrið. Gamaní vistu vit, at soleiðis er kommunisman og sosialisman, men nú hava vit so eisini lært, at liberalisman er líka so trítornað á hesum øki.

Men kanska er svarið so einfalt og so óhugnaligt sum tað, at tá tráanin eftir almennum kontrol er so sterk, er eingin prísur ov stórur. Heldur ikki um prísurin er, at Føroyar lutvíst fáa ein tilafturskomnan og umhvørvisdálkandi fiskiflota.

Føroyingar! Einasta greiða leið burtur av hesi vandakós er at velja veruliga borgarligt til komandi val!

Jákup Mikkelsen, Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin