Høgni, Aksel og Poul bukaðir uppá pláss av Suðuroyarumboðum!

Politikkur07-05-2017 - 16:18 - Jóanis Albert Nielsen

Samgonguumboðini úr Suðuroynni stóðu sína roynd og fingu tillagingar, sum bøttu um støðuna í teirra lokala øki. Tey bukaðu Høgna, Aksel og Poul uppá pláss. Okkara umboð í Norðoyggjum hava harafturímóti alment verið úti og stuðla niðurlagingini av fiskivinnuni í Norðoyggjum –sum er teirra egna øki – trúgv tí, hvør ið trúgva vil. Møguliga siga tey seg arbeiða í tí stilla, men tað hevur ikki givið nakað úrslit higartil – tvørturímóti.

Vit hava hoyrt samrøðu við Hanus Hansen á in.fo. Har sigur hann, at hetta verður katastrofa fyri hansara virksemi.

Virksemi hjá JFK og øðrum línubátum verður niðurlagað í stóran mun. Tað kann koma at merkja, at hópur av arbeiðsplássum blíva flutt úr Klaksvík.

Vit hoyrdu eisini aðra samrøðu við kendan skipara og skipaeigara um fiskivinnunýskipanina, og hann brúkti orðið Kaos um nýskipanina.

Vilja øll okkara samgonguumboð fyri Norðoyggjar veruliga standa model til hesa kaoskatastrofu ?

Krumtappurin, lokomotivið í Norðoyggjum er júst fiskivinnan. Hon skapar nógv arbeiðspláss og hevur ovurhondsstóran týdning.

Jarðarferðarstemningur í rokfiskiskapi.

Manningin á Sjúrðarbergi hevur skrivað opið bræv til Føroya Landsstýri. Teir eru skelkaðir og har er jarðarferðarstemningur umborð , hóast teir hava rokfiskiskap.

Formaðurin í fiskimannafelagnum Jan Højgaard tosar um møguleikan at leggja flotan. Tosar hann eisini fyri deyvum oyrum ?

Hvat vigar tyngri hjá samgonguumboðunum, at akta Høgna, Poul og Aksel, ella at tæna fólkinum, sum her búleikast ? Skulu tey ikki vera fólksins tænarar ? Nei við hesi gongdini er hetta broytt til, alt fyri landskassan.

Javnaðarflokkurin, sum skal eitast fyri at hava verkamannin í sínum skjaldramerki og Tjóðveldi, sum var flokkurin hjá sjómanninum, hava tit samvitsku til at gera hetta ?

Samgongan vísir manglandi virðing fyri sjómanninum

Vit hoyra við jøvnum millumbilum, at onki alment arbeiðspláss skal flytast úr høvuðsstaðnum. Um bara onkur dittar sær at nevna møguleikan, verður alt á gosi. Somu fólk himprast ikki við at flyta arbeiðspláss í fiskivinnuni runt í Føroyum. Soleiðis blíva hesi lokalu arbeiðsplássini enn meir ótrygg, enn tey vóru frammanundan.

Skulu vit eisini hava 17,5 % antitrust inn í hvar almenn arbeiðspláss eru staðsett, ella eru tey arbeiðsplássini meir verd ? Hvat við heilsøluvirksemi ? Tá hevði pípan fingið annað ljóð, tí tað hevði rakað annarleiðis. Tað er lættari at fara aðrastaðni at gera fortreð.

Skulu vit hava antitrust inn í vallógina ? Útvið helmingurin av føroyingum búgva nú í høvuðsstaðnum, og Havnin hevur fingið ov stórt vald. Skulu tí einans 17,5 % veljast á ting har ?

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur