Høgaberg skal landa til Pelagos í dag

vinna22-11-2017 - 09:08 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kom á Fuglafjørð í gjár við 1.200 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos.

Í løtuni landar Finnur Fríði til Pelagos, teir hava 1.800 tons og verða liðnir einaferð seinnapartin, tá sleppir Høgaberg framat.

Bæði skipini hava roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, skipini hava roynt á uml. 68N.