Høgaberg skal landa til Havsbrún

Vinna26-05-2020 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Høgaberg er í morgun komin á Fuglafjørð. Høgaberg skal landa til Havsbrún, og sleppa teir framat tá ið liðugt er at landa Arctic Voyager.

Høgaberg hevur henda túrin roynt eystur ímóti ES-markinum, og hava teir fingið 1200 tons av svartkjafti.