Høgaberg rakti við makrel eystur av Suðuroyarbankanum

vinna20-10-2018 - 10:09 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum var áveg í norskan sjógv at fiska makrel, rakti við eystur av Suðuroyarbankanum, teir sigla nú inn við 600 tonsum,  sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, støddin á makrelinum er heldur minni enn tað teir hava fiskað fyrr í ár - støddin liggur um 380 gramm.

Høgaberg verður á Fuglafirði á middegi, teir byrja at landa kl. 13.