Høgaberg og Tróndur í Gøtu bíða eftir landingartørni í Fuglafirði

vinna07-09-2017 - 21:53 - Jóanis Nielsen

 Í løtuni landar Fagraberg til Pelagos í Fuglafirði, Fagraberg hevur 700 tons.

Aftaná skal Høgaberg landa, Høgaberg royndi við nót, teir hava 350 tons og aftaná skal Tróndur í Gøtu landa teir hava 800 tons.

Føroysku skipini, sum royna norðanfyri, eru í kvøld komin longur suður at royna, tey eru í kvøld stødd á 63N og 1V.