Høgaberg og Fagraberg landa til Pelagos

vinna09-11-2017 - 14:08 - Jóanis Nielsen

 Í løtuni landar Høgaberg 1.200 tons av sild til Pelagos, teir verða liðnir at landa í kvøld.

Fagraberg kemur á Fuglafjørð í kvøld, eisini við 1.200 tonsum av sild, teir sleppa framat, tá ið Høgaberg er liðugur.

Bæði skipini hava roynt norðanfyri, bæði í føroyskum og altjóða sjógvi.