Høgaberg og Fagraberg landa makrel til Pelagos

vinna08-12-2019 - 07:56 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg og Fagraberg eru áveg á Fuglafjørð við makreli, sum teir skulu landa til Pelagos.

Høgaberg verður á Fuglafirði um 9-tíðina í morgun, teir hava 400 tons og byrja at landa beinanvegin teir koma inn.

Fagraberg kemur seinni í morgun á Fuglafjørð, teir landa aftaná Høgaberg, Fagraberg hevur 500 tons.

Báðir hava teir roynt í føroyskum sjógvi eystur úr Føroyum.