Høgaberg landar til Pelagos í kvøld

vinna10-09-2017 - 11:10 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava roynt við nót. Høgaberg hevur 350 tons av makreli, sum teir landa til Pelagos, teir sleppa framat kl. 20 í kvøld.

Skipini royna nú longri suðri, enn fyri eini viku síðan. Sagt verður, at tað er góður makrelur tey fáa.