Høgaberg landar makrel í Fuglafirði

vinna10-01-2019 - 11:48 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kemur á Fuglafjørð nú á middegi við 1.200 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi.

Veiðan verður landað til Pelagos í Fuglafirði.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at tað er góður makrelur skipini fáa í ES-sjógvi.