Høgaberg kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun

vinna11-10-2018 - 08:16 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kom á Fuglafjørð kl. 5 í morgun við 555 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í norskum sjógvi á umleið 63N og 3V.

Høgaberg byrjaði at landa kl. 7 hjá Pelagos í Fuglafirði.

Tá ið liðugt verður at landa fara teir aftur til makrelfiskiskap.