Høgaberg kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun

vinna08-11-2018 - 11:00 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kom á Fuglafjørð morgun við góðum 1.300 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði. Í løtuni landar Fagraberg, Høgaberg sleppir framat at landa, tá ið liðugt er at landa Fagraberg.

Høgaberg hevur hendan túrin roynt longur suðuri enn skipini hava roynt tær seinastu vikurnar, støddin á sildini er tann sama, sum hjá skipunum, sum royna í altjóða sjógvi norðanfyri - 400 gramm í meðal.