Høgaberg kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun

vinna14-09-2018 - 07:22 - Jóanis Nielsen

 Kl. 6 í morgun kom Høgaberg á Fuglafjørð við 800 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos.

Høgaberg hevur hendan túrin roynt norðast í føroyskum sjógvi, støddin á makrelinum er góð og hann er í góðum standi.