Høgaberg kom á Fuglafjørð í morgun

Vinna14-12-2018 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Um 7-tíðina í morgun kom Høgaberg av makrelveiðu á Fuglafjørð at landa makrel. Høgaberg landar henda túrin til Pelagos í Fuglafirði. Á Pelagos byrjaðu tey at landa Høgaberg um 8-tíðina í morgun.

Høgaberg hevur henda túrin fingið 500 tons av makreli í ES-sjógvi vestur úr Hetlandi.