Høgaberg kemur á Fuglafjørð seint í nátt

vinna08-01-2018 - 20:27 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg kemur á Fuglafjørð seint í nátt við 1.300 tonsum av makreli,sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir koma tó at bíða eftir landingartørni, tí fleiri skip skulu landa áðrenn teir koma  framat.

Høgaberg hevvur roynt vestur úr Orknoyggjunum á uml. 53N og 5V.

Teir hava silgt spakuliga norðuryvir, bæði tí teir ikki sleppa at landa beinanvegin og eisini fyri at spara makrelin undan ringari viðferð.

Høgaberg fer aftur á makrelveiðu, tá ið teir hava landað.