Høgaberg kemur á Fuglafjørð seinnapartin

vinna19-09-2019 - 09:11 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum hevur roynt eftir makreli í norskum sjógvi, fór at sigla inn í gjárkvøldið.

Teir hava 740 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, Høgaberg verður á Fuglafirði um 14 tíðina í morgin, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.

Vit tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, tá høvdu teir fínasta veður.