Høgaberg kemur á Fuglafjørð leygarmorgunin

vinna04-03-2021 - 14:04 - Jóanis Nielsen

 Høgaberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, kemur á Fuglafjørð leygarmorgunin við fullari last - 2.000 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa, tá ið liðugt er at landaa Trónda í Gøtu, sum kemur á Fuglafjørð í morgin.